Hóskvøldið skrivaðu 07 Vestur og Jóhan Selfoss undir yrkissáttmála. 20 ára gamli sørvingurin verður sostatt tíðandi partur av 1. liðið okkara hetta komandi kappingarárið.

Jóhan er hevur sína fótbóltsuppaling í SÍ og seinni í 07 Vestur. Sum 16 ára gamal slapp sera skjóti unglingin framat millum teir vaksnu í 2. deild, og árið eftir, í 2009, spældi hann alt kappingarárið í 2. deild. Sum 18 ára gamal fekk hann frumdyst sín á besta liðinum, í 2-2 dystinum móti NSÍ, tann 6. juni 2010.

Vit ynskja Jóhan tillukku við sáttmálanum og alt tað besta í komandi kappingarárið!