07 Vestur styrkir álopið

07 Vestur hevur júst gjørt sáttmála við Sonny Jakobsen, sum flytir til 07 Vestur úr Thisted í Nordic Bet-deildini í Danmark. 27-ára gamli danin hevur verið ein av mest skorandu leikarunum 2. og 3. bestu deildini Danmark seinastu árini.

"Eg gleði meg at royna meg í Føroyum, og ynski at vera við til at lyfta 07 Vestur úr botninum og upp um niðurflytingarstrikuna", sigur Sonny, sum komandi dagarnar flytir til Føroyar og skal byrja at venja við hópinum hjá 07 Vestur.

Sonny Jakobsen gjørdi veruliga um seg í 3. bestu donsku deildini kappingarárið 2016/17, tá Thisted vunnu uppflyting í Nordic Bet-deildina. Í 30 dystir skoraði hann heili 24 mál og bleiv toppskjútti í deildini. Seinasta kappingarár, eftir uppflytingina, hevur hann spælt 31 dystir og skotið 10 mál.

Nevndin hjá 07 Vestur hevur sostatt fingið munagóðan styrk eftir at Gilli Samuelsen og Jón Krosslá Poulsen eru steðgaðir í felagnum. Afturat er eisini miðvallarin Charlie Machell úr Onglandi komin. Hann avloysir Nikola Krcmarevic, sum er farin av landinum aftur.




Komandi dystir

22/6: 

1. deild m. 07V-B36 kl. 15.00 

2. deild m. 07V-Víkingur kl. 17.30

3. deild m. Víkingur-07V kl. 18.30

DU17 NSÍ-07V kl. 13 í


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 14 15 31
07 Vestur 15 13 31
Víkingur II 14 16 27
KÍ II 13 16 26
B68 15 -5 17
B71 13 -11 16
Skála II 15 -2 15
B36 II 14 -10 13
HB II 14 -8 9
EB/Streymur II 15 -24 7

Málskjúttar

Solomon Kwao 6
Ken Fagerberg 4
Niels Mouritsen 4
Ragnar Weihe 3
Dann Fróðason 2
Eirikur Ellendersen 2
Høgni E. Nielsen 2
Hørður Egilsson 2
Martin Tausen 2
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1