07 Vestur - Víkingur 4-0

Hóast Víkingur helstu vóru betra liðið fyrstu 45 minuttirnar, førdu vit 2-0 í steðginum. Tór-Ingar og Holgar skoraðu málini. Seinna hálvleik áttu vit allan og skoraðu eisini tvey afturat, fyrst Rógvi síðan Tór-Ingar.

Liðið:Petur Meinhard Magnussen; Rógvi E. Nielsen (Elfinn Ørvarodd, 76'), Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Tórstein Mýlingstind; Jovan Radinovic-Panic, Sølvi Egilsson (Hørður Johansen, 63'), , Tór-Ingar Akselsen, Jákup Sveinbjørn Olsen, Ásmund Hansen (Brandur Heinason, 71'); Holgar Djurhuus.
Eyka:
Eli Poulsen, Hørður Johansen, Elfinn Ørvarodd, Brandur Heinason.

Tað var kalt at spæla í Sørvági í dag, altso í veðrinum. Seinna hálvleik var veðrið tó heilt gott, og hetta avspeglar eisini væl okkara spæl. Í fyrra hálvleiki vóru gestirnir betri enn vit og hálvleiksstøðan sigur mest um okkara mann við góða forminum, liðskiparan Tór-Ingar Akselsen.

Tór-Ingar átti heiðurin av báðum fyrstu málunum. Fyrst í 22. minutti, og so móti endanum av fyrra hálvleiki, tá málverjin hjá Víkingi mátti lata returin frá skotinum hjá Tór-Ingari út til Holgar, sum bankaði hann í kassan.

Í seinna hálvleiki áttu vit tað, sum var. Víkingur vóru trýstir afturá og svaraðu bert aftur við onkrari einstakari kontraroynd.

Fyrsta málið í seinna hálvleiki fingu vit eftir bert 8 minuttir. Rógvi trekti av sínum plássið á vinstra bakki innyvir miðjuni við bóltinum, eftir samanspæl endaði bólturin hjá Ásmundi á høgra veingi, sum spældi Rógva ígjøgnum. Púra leysur við málmanninum var Rógvi púra tryggur og snaraði bóltin við innari síðu út við handaru stong. Sera væl spælt og eins væl avsluttað!

Móti endanum fingu vit enn eitt mál og vunnu tískil 4-0 fyri aðru ferð í trekk. Tað var Tór-Ingar, sum aftur skoraði tvey, eins og seinasta dyst. Staddur úti í høgru síðu vendi hann sær við bóltinum, sleyt seg leysan millum tveir og setti beina kós móti málinum. Komin inní brotsteigin í høgru, smekkaði hann til, eitt flatt skot við ristini út við handaru stong. Sera flott avrik!

4-0 var endaliga støðan, og vit kunnu fegnast um enn ein sigur.

Næsti dystur verður leygardagin á Skála, har ein uppflytingarkandidatur bíðar okkum: Skála, sum við 2-0 sigrið á EB-Streymi í dag hava vunnið seg upp á 4. pláss.





Komandi dystir 

1. deild menn
5. aug. kl. 19:00 07 Vestur - B36

1. deild kvinnur
23. aug. AB/B71 - 07 Vestur


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 14 17 29
NSÍ II 13 12 26
HB II 13 8 24
KÍ II 14 1 23
B71 14 2 19
B68 14 4 18
07 Vestur 14 -2 17
B36 II 14 -7 17
FC Hoyvík 14 -22 9
AB II 14 -13 8

Málskjúttar

Tór-Ingar Akselsen 5
Gilli Samuelsen 3
Dann Fróðason 2
Ragnar Weihe 2
Jóannis á Steig 1
Jógvan Petersen 1
Karl Weihe 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Solomon Kwao 1
Teitur Olsen 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
07 Vestur 8 15 18
AB/B71 7 27 15
HB 8 2 15
ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
TB/FCS/Royn 8 -12 7
AB 8 -5 6
8 -28 4

Málskjúttar

Julia Niclasen 4
Margit M. Kwao 4
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Eyðvør T. Poulsen 1
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Mona S. Poulsen 1
Ruth Albinsdóttir 1
Sjálvmál 1