2. lið vunnið venjingardyst í dag

Dreingirnir hjá Jovan, okkara lið í 2. deild, vunnu seinnapartin ein venjingardyst. Dysturin varð spældur á Dungasandi í Sørvági móti EB/Streymi, og vit vunnu 2-0. Hørður skoraði bæði málini.

Byrjanaruppstilling: Sjúrður Niclasen; Hørður Egilsson, Uni F. Nielsen, Niels Mouritsen, Fríði S. Joensen; Hanus Nielsen, Bjarni Dalsgaard; Jóannis á Steig, Rói Hansen, Teitur Olsen; Hørður H. Johansen.

Eyka (allir komu inn): Birgir Joensen, Sjúrður Ellefsen, Per Heinason, Georg Haraldsen, Jón Nielsen, Emil Mikkelsen, Jovan Radinovic-Panic.

Veðrið darvaði dystinum nakað, við regni og kava, men spælt varð allíkavæl. Vit fóru til hálvleiks við eittmáls leiðslu. Í øðrum hálvleiki vóru tað eisini bara vit, sum skoraðu, og dysturin endaði 2-0. Hørður H. Johansen skoraði bæði. Vit høvdu eisini eitt brotspark, sum vit tíverri brendu.

Kappingin byrjar um tríggjar vikur, og okkara fyrsti dystur er úti móti Víkingi.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 18. Juni kl. 15:00
TB/FCS/Royn - 07 Vestur

2. deild, 5. Juni kl. 15:00
EBS - 07 Vestur

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 12 16 26
12 9 26
NSÍ 12 12 21
HB 12 5 17
TB/FCS/Royn 12 2 16
B36 12 +5 14
EB/Streymur 12 -11 11
07 Vestur 12 -13 11
Skála 12 -7 10
ÍF 12 -18 6

Málskjúttar

Ken
3
Holgar
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1