Liðið, f.v.: Jónatan Nattestad, Sámal á Steig, Julian Mouritsen, Róar Haraldsen, Jónas Prior, Hjalmar Gudmundsen, Jón Nielsen og Jákup í Løðu. Lucas Gardar, Nóa Eyðsteinsson og Aron Finnson hava eisini verið við.

3. pláss til Dreingir U12

Í FM-finaluni í Futsal hjá U12, endaðu okkara dreingir á 3. plássi og vunnu harvið bronsumedaljur. Eftir innleiðandi umfar vunnu teir seg sannførandi víðari úr trimum millumumførum í finaluna, sum varð í dag.

Finaludystirnir vóru sera spennandi. Fyrsta dystin, móti FM-vinnarunum úr B36, vóru vit ikki heilt klárir og dysturin endaði við 4-1 tapi. Annan dystin, sum var móti silvurvinnarunum úr Giza/Hoyvík, høvdu vit uppiborðið betri, men teir fingu eitt heldugt mál og, hóast vit spældu teir sundur og saman, fingu vit einki.

Seinasta dystin kundu vit vinna bronsu, men máttu vinna á HB, sum høvdu leikt javnleik móti Giza/Hoyvík. Vit spældu væl, høvdu bóltin nógv mest, men ikki fyrr enn bara 10 sekund vóru eftir, fingu vit forloysandi og avgerðandi málið.

Hjartaliga tillukku við bronsuheiðursmerkjunum øll somul!




Komandi dystir

EFFO-deildin, 15. okt. kl. 15:00 
07 Vestur - Suðringar 3-1


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 26 30 52
26 22 49
B36 26 23 47
NSÍ 26 24 46
HB 26 12 38
Skála 26 -11 30
TB/FCS/Royn 26 -12 29
EB/Streymur 26 -16 29
07 Vestur 26 -26 25
ÍF 26 -46 12

Málskjúttar

Søren
8
John
6
Ken
5
Holgar
3
Gunleif
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Martin
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1