Um okkum
Hvørji eru vit?
07 VEstur
Tað fyrsta sum fólk hoyrdu um nýggja felagið var 11. oktober 2007, tá ið nevndirnar í SÍ og FS Vágum bjóðaðu fólki á fund á Hotel Vágum. Nevndirnar greiddu frá ætlan um samanlegging og um orsøkir til tess.
Nevndirnar í SÍ og FS Vágum sóu stórar møguleikar í eini samanlegging. Tær vístu á, at fólkagrundarlagið í vesturøkinum gjørdi, at vit áttu at kunna klára at hava eitt lið í oddinum í bestu fótbóltsdeildini. Eisini fór ein samanlegging at hava við sær, at fleiri fólk vóru um umsitingina av felagnum.
Nevndirnar gjørdu skjótt av. 25.oktober var aðalfundur í bæði Sí og FS Vágum um samanleggingina. Greiður meiriluti var á báðum fundunum fyri uppskotinum, og sostatt bleiv kallað inn til stovnandi aðalfund.
Stovnandi aðalfundurin var 6.november á Hotel Vágum. Endamál felagsins skuldi verða at menna fótbóltin í vesturøkinum. Uppskot um viðtøkur var lagt fram, og vóru hesar góðkendar av teimum 41 limunum, ið møttir vóru . Ein 10 mannanevnd varð vald og í hana komu: Atli Gregersen, Ari Thomassen, Eivin Jacobsen, Jóhan F. á Ørg, Heðin Jørgensen, Djóni Joensen, Fróði Poulsen, Ingi Joensen, Jana Jacobsen og Jim Sonni Guttesen. Hendan fyrsta nevndin skipaði seg við Eivin Jacobsen sum formanni.
Eitt tað fyrsta nevndin samtykti, var at skipa fyri navnakapping. Millum innsendu uppskotini, gjørdi nevndin av og boðaði, 11 desember frá, at navnið á felagnum skuldi verða 07 Vestur. Jim Sonni Guttesen úr Sørvági og Magna Thomassen úr Sandavági vunnu navnakappingina. Jim Sonny fyri uppskotið “7 Vest”, og Magna fyri “7V”.
Tá støða var tikin til navnið varð skipa fyri búmerkja-kapping. Eisini til hesa kapping vórðu hópin av góðum uppskotum send inn. Vinnari gjørdist Páll Joensen, úr Miðvági.
Fyrsti venjari felagsins gjørdist pólendingurin, Piotr Krakowski, sum í eini 20 ár hevur myndað toppin í føroyskum fótbólt, baði sum leikari og venjari. Hjálparvenjari varð Hegga Samuelsen, sum seinni tók við sum venjari eftir Piotr.
Longu undir fyrireikingunum varð avgjørt, at felagið fekk heimavøll har bestu umstøðurnar vóru. Og tá nýtt græslíki fyri kortum var lagt á vøllin í Sørvági, samstundis sum húsið stóð nýggja felagnum til taks, gjørdist Dungasandur í Sørvági fyrsti heimavøllur felagsins. Men ætlanin er, at nýggja felagið í framtíðini skal hava ein nýggjan vøll onkustaðni í Vágum.
Fyrsta árið royndist 07 Vestur væl, og stevndi, tá yngsta felagið í Føroyum, beint uppí fremstu deildina, sum tá kallaðist “Formuladeildin”, men sum fekk navnabroyting til “Vodafonedeildin” Í fremstu deildini hilnaðist tó so illa, at sjálvt um liðið fekk rós fyri frálíkt álopsspæl, vóru úrslitini ikki betur enn til eitt 10. pláss, so at byrjast mátti av nýggjum í næstbestu deildini triðja ár felagsins.
Missión
Við støðið í missiónini vil 07 Vestur metast sum eitt sjónligt fótbóltsfelag, har dentur verður lagdur á felagsskapin, trivnað, menning, framsøkni, virðing, góðksu, samstarv, struktur, liðanda, eldhuga, dirvið og gleði.
Visjón
Vit tora at hugsa nýtt, raðfesta og gera tingini á okkara egna hátt. Vit taka gjarna medábyrgd av fólkaheilsuni í nærumhvørvinum og vit vilja náa okkara málum við at skapa jalig upplivilsir fyri breidd og úrmaling, eins og venjarar, leiðarar, starvsfólk, hjálparfólk, familjuna og stuðlar.
Vit eru virkisfús og vilja skapa góðar karmar fyri menning og vøkstri í Vágum.
Vit standa saman um at menna fótbóltin í 07 Vestur og um at skapa nýggjar leikarar til elituliðini, umframt liðini í lægru deildunum.
Vit ynskja at skapa og menna eitt dragandi ítróttarligt tilboð fyri íðkandi Í vesturøkinum, bæði fyri tey sum vilja røkka langt og tey sum ynskja at luttaka fyri samanhald og ……
Vit ynskja at menna ungdómsleikarar í felagnum til at leika við bestu liðunum hjá felagnum.
Vit vilja skapa eina greiða felagsmentan, venjaramentan, umframt eitt mennandi venjingarumhvørvið.
VIRÐISGRUNDARLAG
Hjá 07 Vestur leggja vit dent á virðing, menning, samstarv og struktur
Felagið virðir allar virknar leikarar. Allir leikarar verða væl viðfarnir, og tað skal vera gjørligt hjá øllum leikarum at mennast. Felagið ynskir eisini, at øll, ið virka í felagnum, virða felagsskapin og gera sítt til, at fólk trívast í felagnum.
Í 07 Vestur ynskja vit samstarv ímillum bygdir, kommunur og einstaklingar, tí vit halda, at hetta er gagnligt fyri tey, ið búgva og virka í nærunhvørvinum. Og fyri at tað skal vera lætt og gott at virka í og kring felagið halda vit, at tað hevur týdning at hava ein góðan struktur í og kring felagið.
HJÁ OKKUM MERKIR MENNING:
At vit sum felag stremba fram ímóti at laga okkum til ta menning, sum fer fram í nærumhvørvinum
At øll, ið ynskja at menna sínar venjaraførleikar, sleppa at luttaka á venjaraskeiðum, ið eru fyriskipað av FSF
At allir okkara venjarar skulu stremba fram ímóti at menna allar leikarar, uttan mun til …
HJÁ OKKUM MERKIR VIRÐING:
At tú hevur virðing fyri venjarum, starvsfólkum, sjálvbodnum, dómarum og gestum
At tú virðir, at tað krevur lýdni og motivatión, um ein ynskir at venja hjá 07 Vestur
HJÁ OKKUM MERKIR STRUKTURUR:
At allir leikarar fáa málrættaða og aldurssamsvarandi venjing, soleiðis, at hvør einstakur leikari er klárur og motiveraður til venjing og dyst
At okkara felagsskapur skal vera skilligur og gjøgnumskygdur, og øll, ið virka í felagsskapinum, skulu verða kunnað um teirra leiklut og arbeiðsøki
HJÁ OKKUM MERKIR SAMSTARV:
At vit hava eitt læruríkt fótbóltsumhvørvið, sum øll kring felagið ynskja at vera ein partur av, og har vit loysa avbjóðingar og uppgávur í felag. Vit stremba miðvíst fram ímóti góðum samstørvum og vinaløgum, bæði innan- og uttanhýsis karmar felagsins.
Hugburður
SAMANHALD, MENNING OG FRÍTIÐ
Egin tekstur
Egin tekstur
Egin tekstur
Snarleinkjur
Stuðlar

































