24 ára gamli Nigerianarin Maxwell Effiom hevur í dag skrivað undir sáttmála við 07 Vestur.

Maxwell hevur spælt við Sandnes Ulf og Skeid í Norra, so hann er ikki ókendur hjá venjaranum. Áðrenn Maxwell kom til Norra, spældi hann við Enyimba Aba, sum hann bleiv nigerianskur meistari við. Maxwell hevur spælt 59 dystir í næstbestu deildini í Norra. Hann hevur eisini umboðað Nigeria á U19 og U20 landsliðnum.

Maxwell spælir sum vinstri vongur. Hann er kendur fyri at vera øgiliga arbeiðssamur og hevur nógva orku og ferð.

Vit ynskja Maxwell hjartaliga vælkomin í felagið.

Scroll to Top