Aðalfundur FSF's var hildin á Hotel Hafnia í gjár, leygardagin 18. februar. Umboð fyri 07 Vestur vóru sjálvandi á fundinum, Heðin Jørgensen, formaður, og Jarnhold Nattestad, samskipari.

Ikki nógv av týðningi var fyri á fundinum, bert ein hópur av vanligum mannagongdum og siðvenjum, ið vóru staðfest í lógarverkinum. Roknskapurin, við 3,4 mió í yvirskotið, varð viðtikin uttan annað enn rós til nevndina.

Bert eina málið vakti ans, og rís, millum luttakararnar. Hetta var tá starvsnevndin skeyt upp, at allir limirnir í aganevndini og somuleiðis limirnir í yvirkærunevndini, ið stóðu fyri valið, skuldu veljast fyri enn eitt valskeið. Víst var tá á, at hetta kundi ikki skiljast sum annað enn ein álitisváttan frá starvsnevndini til hesar persónar, hóast ongantíð støða var tikin til álvarsligu ákærurnar móti hvørjari aðrari, ið nevndirnar báðar, í eftirspælinum av EB-Streymamálinum, tóku við í sínar niðurstøður. Eftir stutta umhugsunartíð, varð staðfest, at eingi mótvalevni vóru, og heldur ikki starvsnevndin ynskti at revidera sína innstilling.

Av framtíðarætlanum, var nevnt nýggj ungdómsmeninningarskipan, "stjørnufótbóltur", ið meira verður at frætta um seinni. Lesið eisini meira um hesa skipan á nýggju heimasíðu FSFS', www.fsf.fo, ið eisini var avdúka á aðalfundinum.