Mynd: www.jn.fo

Betri Deildin: Søgan um tveir hálvleikir

07 Vestur sannførandi móti forútsigiligum KÍ-liði í fyrra hálvleiki, men kláraðu ikki at standa móti hamskiftum og sera væl spælandi klaksvíkingum í øðrum hálvleiki. Við 2-3 tapi eiga vit sostatt enn fyrstu stigini til góða á heimavølli.

07 Vestur-venjarin, Pauli Poulsen, hevði fyrireika lið okkara væl til dystin í dag. Og klaksvíkingar gjørdu sum væntað. Nógvir langir bóltir skolaðu niðan móti sterku 07 Vestur-verjuni, og vit kundu seta mótálop í gongd. 

Og longu í 2. minutti løgdu vit okkum á odda, tá Sølvi setti pannuna á eitt innlegg. Løtu seinni høvdu vit enn eitt farligt skjótálop, men málverjin var vakin, tá Gilli royndi at seta bóltin ímillum beinini á honum. Áðrenn 20 minuttir vóru farnir, fekk Gilli tó mál og vit øktu vit um leiðsluna. 

Áðrenn Gilli skoraði, høvdu klaksvíkingar havt bóltin í netinum, men rangstøða var, sum dómarin eisini dømdi. Løtu eftir annað málið, dømdi dómarin aftur fyri rangstøðu, tá Sølvi tók eitt skjótt fríspark og sendi Ken einsamallan við málverjanum. Ken skoraði, og stórur ivið er um rætt varð dømt.

Beint fyri hálvleik fingu klaksvíkingar eitt av sínum mongu hornaspørkum. Øll vóru send til fremru stong, men hetta var tað fyrsta, sum bleiv sent inn í feltið. Og so var ein annars sera væl spælandi Janus óheppin at beina bóltin í egið mál.

Í seinna hálvleiki gjørdu klaksvíkingar einki, sum teir høvdu gjørt í fyrra. Spælið gekk nú skjótt eftir jørð, og vit runnu aftaná. Vit lógu longri og longri afturi á vøllinum, og tað endaði sum tað mátti. Klaksvíkingar fyri 2 mál og vunnu dystin 2-3.

Vit kunnu taka nógv positivt úr hesum dystinum og síggja fram til sunnudagin, tá B36 koma á vitjan.

Byrjanaruppstilling: Silas Eyðsteinsson; Jóannis á Steig, Nikola Krcmarevic, Martin Tausen, Tór-Ingar Akselsen; Høgni Egilstoft Nielsen; Janus Svabo Samuelsen (Oskar, 83.), Sølvi Egilson; Gilli Samuelsen (Jón, 74.); Kyrylo Silich, Ken Fagerberg (Asbjørn, 60.).

Eyka: Ivan Stojkovic, Niels Mouritsen, Jón K. Poulsen, Dann Fróðason, Asbjørn Heðinsson, Hørður Egilson, Oskar í Haraldstovu Weihe.




Komandi dystir

  1. deild m. 07V-EBS kl. 16.00 

  2. deild m. FCH-07V kl. 16.00

  3. deild m. 07V-ÍF kl. 12.30



Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 18 16 38
Víkingur II 18 20 37
07 Vestur 18 15 35
KÍ II 17 18 32
B68 18 -6 21
B71 16 -10 19
B36 II 18 -10 18
Skála II 18 -8 16
HB II 18 -11 13
EB/Streymur II 18 -22 12

Málskjúttar

Solomon Kwao 8
Niels Mouritsen 6
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Høgni E. Nielsen 3
Hørður Egilsson 3
Ragnar Weihe 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðnsson 1
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1
Tór-Ingar Akselsen 1