Betri Deildin: Víkingur - 07 Vestur 4-1

Vit stóðu rímiliga væl og minkaðu um munin tá lítið korter var eftir, men tá so vertirnir øktu aftur løtu seinni, varð dysturin í roynd og veru avgjørdur. Brotspark tríggjar minuttir seinni fastsetti úrslitið til 4-1.

Víkingur áttu fleiri møguleikar og vit vóru nokkso hepnir at sleppa til hálvleiks við bert einum málið ómóti. Málið kom longu áðrenn 10 minuttir vóru farnir. Hóast fleiri málmøguleikar, høvdu vit størsta partin av fyrra hálvleiki rættiliga gott kontrol á heimaliðinum.

Vit vóru eitt sindur lívligari í øðrum hálvleiki, og royndi nakrar ferðir at hótta víkinga-málið. Janus legði nøkur góð fríspørk og hornaspørk, og eina ferð skallaði Ken á stongina. Tá vit so fingu mál, var tað sera væl spælt. Og Gilli var ísakaldur tá hann trillaði bóltin yvir í netið við handaru stong.

Bert lítla løtu seinni skoraði Víkingur uppá skjótt mótálop, og bert 4 minutir seinni fingu til brotspark og so var dysturin avgjørdur.

Mikukvøldið skulu vit so inn á Skála at spæla í kappingini um Løgmanssteypið. Dysturin verður kl. 18:00.

Byrjanaruppstilling: Ivan Stojkovic; Tór-Ingar Akselsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Nikola Krcmarevic, Dann Fróðason, Niels Mouritsen (Jón, 75.); Gilli Samuelsen, Sølvi Egilson, Asbjørn Heðinsson (Kyrylo, 53.), Janus Svabo Samuelsen; Ken Fagerberg.

Eyka: Silas Eyðsteinsson, Jón K. Poulsen, Kyrylo Silich, Karl Weihe, Hørður Egilson, Oskar í Haraldstovu Weihe.




Komandi dystir

22/6: 

1. deild m. 07V-B36 kl. 15.00 

2. deild m. 07V-Víkingur kl. 17.30

3. deild m. Víkingur-07V kl. 18.30

DU17 NSÍ-07V kl. 13 í


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
NSÍ II 14 15 31
07 Vestur 15 13 31
Víkingur II 14 16 27
KÍ II 13 16 26
B68 15 -5 17
B71 13 -11 16
Skála II 15 -2 15
B36 II 14 -10 13
HB II 14 -8 9
EB/Streymur II 15 -24 7

Málskjúttar

Solomon Kwao 6
Ken Fagerberg 4
Niels Mouritsen 4
Ragnar Weihe 3
Dann Fróðason 2
Eirikur Ellendersen 2
Høgni E. Nielsen 2
Hørður Egilsson 2
Martin Tausen 2
Heri Kjærbo 1
Teitur Olsen 1