Dreingir U14 spæla hálvfinalu hósdagin

Eftir at hava spælt seg víðari í kappingini um Thomas Dam & Co Intersport steypið við tryggum 3-1 sigrið á NSÍ, skulu dreingur U14 spæla hálvfinalu móti Víkingi á heimavølli í Sandavági. Dysturin verður leitur hósdagin 24. mei kl. 18:30. Vónandi verða nógvir 07 Vestur stuðlar at síggja rundanum vøllin!

Besta lið okkara í hesum árganginum, sum áður var róptur smádreingir, hava havt rættiliga misjøvn úrslit hetta kappingarárið. Eftir fimm umfør liggja vit á 8. plássið beint aftanfyri komandi mótstøðuliðinum Víkingi. Móti júst Víkingi spældu vit 28. apríl, tá vit taptu í síðstu minuttunum, eftir at hava verið á odda 3-1. Vit taptu 3-4.

Komið við og stuðlið okkara egnu dreingjum! Koyrið á 07 Vestur!