Mynd: www.jn.fo

Dystarfrásøgn: 07 Vestur - B36 4-3

Við nýggjum venjara á síðulinjuni fingu 07 Vestur størsta úrslitið í ár í hús. Tríggjar ferðir javnaðu gestirnir, men eftir fjórða málið lukkaðu vit nótina, og hildu úrslitið heim. Tillukku øll somul!

Eftir tapið móti EB/Streymi mikudagin gjørdi nevndin bart og samstarvið við høvuðsvenjaran til tá, Trygva Mortensen, bleiv sagt upp. At taka yvir hevði nevndin valt hjálparvenjaran, Sigtór A. Petersen, sum er væl kendur í felagnum, sum leikari í fleiri ár. At hetta skuldi gerðast heppið val, kunnu vit nú øll verða samd um.

07 Vestur høvdu valt eina einfalda tilgongd til dystin. Vit lógu aftarliga og lótu FM-kandidatarnar hava bóltin, og so var satsa uppá skjót mótálop, serliga við ferðini hjá Søren sum amboði.

Tá stórt korter var spælt, fingu vit fyrsta málið, og tað skuldi eisini verða fyrsta stykkið í øðrum hattrikkið hansara síðan hann kom at spæla fyri okkum summar. Vit vunnu fríspark langt uppi í vinstru. Eftir nakað av smáspæli verður bólturin spældur niðan ímillum til Søren, sum leggur av til John. Skotið er ikki hart, men snýtir málverjan. 1-0.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var ein hending, sum veruliga fekk kenslurnar hjá leikarum og áskoðarum á kók. Okkara leikarar kempaðu fyri at halda bóltinum úti, og tað endaði við, at Martin klareraði á strikuni. Í tí at hann hevði sparkað, kom ein B36-ari stórleypandi og stemplaði niður á skinnabeini. Tað kundi verið beinbrot, men dómari segði at bóltur var ímillum, hóast bólturin var einar 20 metrar uppi í luftini tá.


Tá góðir 5 minuttir eru eftir at spæla, javna gestirnir fyrstu ferð. Oddmar Færø, sum spældi frammarliga á vøllinum í dag, fekk trekt innyvir í okkara høgru. Hann skjeyt hart og beint á Ivan, sum ikki kláraði at halda. Benjamin Heinesen var fyrstur á bóltinum, og so varð 1-1.

Í yvirtíðini komu 3 (!) mál afturat. Fyrst løgdu vit okkum á odda, eftir eitt frálíkt álop. Vit kastaðu innkast aftanfyri miðjuna. John tók ímóti og spældi Søren. Søren bíðaði og spældi John aftur, í sera góðari støðu. John setti ferð á aftur móti baklinjuni og serveraði uppá tvørs til Holgar, sum lættliga kundi beina bóltin í málið. 2-1.

Minuttin eftir javnaði gestirnir fyri aðru ferð. Ein long sending fram í okkara vinstru síðu. Fleiri fóru upp at skalla, men ein av teirra fekk longt bóltin til Erlend Magnusson, sum kundi seta ferð úr spískum móti málinum. Hann avsluttaði væl uppá tvørs úti við handaru stong. 2-2.

At vit aftur løgdu okkum á odda, er nærum ótrúligt og vitnar um einastandandi viljastyrkið. Vit klareraðu úr egnari verju niðan mitt eftir. Ein B36-ari hevur mestsum bóltin undir kontroll, men hann undirmetir fjarstøðuna til John, sum rennur hann upp og stjelur bóltin av honum. John trekti so nakrar fáar metrar og, úr einum 25 metrum, høggur hann til, og so er 3-2.

Okkara hildu fast við taktiska leistin í 2. hálvleiki. Vit lógu aftarliga og vardu og lótu hinar hava bóltin. Gestirnir løgdu tó nakað meira fyri og gjørdu aloftast skjótari av. Við Oddmari Færø frammarliga, løgdu teir nógvar bóltar høgt og fleiri ferðir var um at gerast farligt. Martin og Torstein í miðverjuni arbeiddu sera hart og tóku nógv tørn móti sterka landsliðsleikaranum.

Tá spælt var í ein tíma gav áhaldandi trýstið úrslit, tá Meinhard Olsen setti bóltin í netið aftanfyri Ivan, til 3-3.

Fyrstu løtuna eftir útjavnandi málið, javnaði spælið seg eisini eitt sindur. Vit fingu eitt sindur av plássi at spæla, men tað kundi skjótt givið bakslag. Samstundis sum vit bakkaðu eitt sindur aftur, løgdu gestirnir meira og meira fyri.

Teir hvítu fingu eisini nakrar møguleikar, men hvørja ferð vóru okkara í vegin. Allir kempaðu sera hart í verjuni, eisini miðvallararnir Høgni, Pål, Janus og Holgar. Og mongu longu innkastini og hornasparkini endaðu ofta á krúllinum á John, sum var plasseraður væl í brotsteiginum.

John hevði eisini møguleikan at skora hattrick eftir horna, sum fleiri sógu í netinum. Bólturin smeyg sær tó yvir tvørtræði og niður á nettakið.

Vit hildu tatt eftir seinasta útjavnandi málið. Asbjørn avloysti Holgar í høgru síðu, og Dann kom inn fyri Søren, og legði seg sum triðgji maður í miðverjuni.

Tá bert fimm minuttir vóru eftir av dystinum, fingu vit avgerandi málið. Janus trekti uppá tvørs úr høgru. Við góðari avlevering fann hann Tór-Ingar, sum legði innfyri. Bólturin smeyg sær ímilllum vinir og fíggindar, og so stóð John aftur har hann skuldi, og avsluttaði kontrollerað ímillum verjuleikara og málverja til sigursmálið, 4-3.

Tað, ið eftir var, hildu vit bara fast og vardu við øllum vit høvdu lært, og so bríkslaði dómarin endiliga av, tá allir 90 pluss 5 vóru farnir. Fantastiska forloysandi fyri bæði leikarar, venjara og viðhaldsfólk.

Liðið: Ivan Stojkovic; Tór-Ingar Akselsen, Martin Tausen, Torstein Mýlingstind, Petur G. Dalbø; Janus S. Samuelsen, Pål Fjelde, Høgni E. Nielsen, Holgar Durhuus (Asbjørn, 88.); John Frederiksen; Søren B. Nielsen (Dann, 90.).
Eyka: Silas Eyðsteinsson, Niels Mouritsen, Dann Fróðason, Rói Hansen, Asbjørn Heðinsson, Teitur Olsen.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 21. okt. kl. 15:15 
ÍF - 07 Vestur 1-5

DU18, 23. okt. kl. 18:00 
07 Vestur - HBb 3-2


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 27 29 52
27 24 52
B36 27 23 48
NSÍ 27 22 46
HB 27 12 39
Skála 27 -9 33
EB/Streymur 27 -15 32
TB/FCS/Royn 27 -14 29
07 Vestur 27 -22 28
ÍF 27 -50 12

Málskjúttar

Søren
9
John
6
Holgar
5
Ken
5
Gunleif
2
Martin
2
Pål
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1
Sjálvmál
1