Mynd frá fyrra dystinum á Eiði, sum vit vunnu 4-1.

EB/Streymur omaná á Dungasandi

Eitt sera viknað 07 Vestur-lið tapti í dag mói EB/Streymi. Eftir hálvleikstøðuna 0-2, gjørdist endaliga úrslitið 1-4. Hørður Egilsson skoraði okkara mál.

Veðurlíkindini vóru ikki av teimum bestu í Sørvági í dag, og tað darvaði spælinum nakað. Tað týðningarmesta hesa tíðina, er tó at fáa nakrar dystir í beinini, og tað eyðnaðist hóast alt. Tó manglaðu Silas, Petur, Jón, Gilli, Martin og Sølvi, antin vegna skaða ella sjúku. 

Gestirnir løgdu sera bragdliga fyri, og longu áðrenn 10 minuttir vóru leiktir, vóru teir á odda 2-0. Sundalagsmenn vóru eisini omaná tað mesta av fyrra hálvleiki.

Í øðrum hálvleiki eyðnaðist tað okkum at minka um munin, og við einum lítlum yvirtaki, høvdu vit eisini møguleikar at javna. Stutt fyri leiklok fingu EB/Streymur allíkavæl tvey mál afturat, og dysturin endaði sostatt 1-4.

Byrjanarliðið: Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig, Ndende, Dann Fróðason, Fríði S. Joensen (Niels); Asbjørn Heðinsson, Høgni E. Nielsen; Martin H. Dam (Hørður), Teitur Olsen, Karl Weihe (Janus); Ken Fagerberg.

Eyka: Niels Mouritsen, Hørður Egilsson, Janus S. Samuelsen.





Komandi dystir

 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 27 40 73
NSÍ 27 39 55
B36 27 25 53
27 23 51
Víkingur 27 2 39
Skála 27 -11 29
TB/FCS/Royn 27 -15 28
EB/Streymur 27 -23 21
07 Vestur 27 -39 18
AB 27 -41 17

Málskjúttar

Sonny Jakobsen 11
Gilli Samuelsen 6
Sølvi Egilsson 3
Ken Fagerberg 3
Kyrylo Silich 2
Høgni E. Nielsen 2
Ndende 1
Charlie Machell 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 14 37 35
AB/B71 14 26 30
ÍF/Víkingur 14 14 25
TB/FCS/Royn 14 13 25
AB 14 -12 17
EBS/Skála (-3) 14 -6 10
07 Vestur b 14 -30 8
Giza Hoyvík 14 -42 7


Málskjúttar

Margit M. Kwao 14
Sissal Haraldsen 11
Mona S. Poulsen 9
Julia Niclasen 5
Annika Niclasen 4
Jana Jacobsen 4
Bettieyð Ellingsgaard 3
Henrikka W. Jacobsen 3
Barbara Prior 2
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Anna Gaardlykke 1
Kristianna á L. Haraldsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1