Mynd: www.jn.fo

EFFO: HB - 07 Vestur 2-0

Vit taptu fyrsta dystin í EFFO-deildini í ár, í dag í Havn móti HB. Eftir ein vánaligan fyrra hálvleik, hevði heimaliðið uppiborið sigurin, men vit tóku okkum upp í 2. hálvleiki, og trýstu teir hart, men fingu tó einki burturúr.

Byrjanaruppstillingin: Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Høgni E. Nielsen (Tór-Ingar, 85.), Martin Tausen (Gunleif, 69.); Janus S. Samuelsen, B. Søren Nielsen, Holgar Durhuus (Jóannis, 90.) Ken Fagerberg.

Eyka: Silas Eyðsteinsson, Gunleif Magnusarson, Tór-Ingar Akselsen, Niels Mouritsen, Rói Hansen, Jóannis á Steig, Petur G. Dalbø.

Tað bleiv ein sjokk-byrjan uppá tilveruna í EFFO-deildini. Bert tríggir minuttir vóru farnir, eitt innlegg kom inn í brotsteigin, vit klareraðu, men ikki nóg langt burtur, og so hamraði ein HB-ari bóltin í horni. Sera flott mál, men skuffandi at eingin av okkara var nær nokk til at forstýra málskjúttan, sum fekk alt ov nógva tíð og pláss.

Løtu seinni var aftur um at verða galið. Innlegg kom og ein havnamaður skallaði, men Ivan diskaði upp við einari fantom-bjarging, tí fyrstu í dag. Tann næsta kom umleið hálvan fyrra hálvleik, tá Ivan aftur mátti strekkja hvørja lykkju. Ímillum hesar báðar høvdu vit fyrra møguleikan í fyrra hálvleiki. Tað var Holgar, ið royndi seg við saksasparki, men bólturin fór ov høgt og lendi á nettakinum.

Eftir knappan hálvan tíma fingu vertirnir seinna málið. Vit høvdu nógv fólk frammi, og so kontraðu teir. Tað tóktiskt sum um vit høvdu stýr á støðuni, men so fekk einsamalli HB-arin brádliga fatur á bótltinum, og, einsamallur við Ivan, lobbaði hann ísakaldur uppum.

Vit høvdu ein dupultan møguleika áðrenn hálvleik. Eftir horna var panikkur í HB-verjuni, og bólturin endaði hjá Søren. Úr einum 10 metrum smekkaði hann til, men rakti í kroppin á einum verjuleikara. Høgni fekk returin, men aftur var eitt HB-bein fyri.

Fyrri hálvleikur endaði 2-0, men eftir málmøguleikum kundi lættliga verði 4-0. Ivan vildi tað tó øðrvísi.

Vit gjørdu nakrar taktiskar tillagingar í hálvleikinum og tað sá betur út beinanvegin. Vit høvdu eisini fult kontroll á nærum allan annan hálvleik, bert tvær ferðir eyðnaðist HB at spæla seg til kontra, men fingu einki buturúr, hóast møguleikarnir vóru stórir, og so eitt fríspark í 49. minutti, sum rakti yvirleggjaran.

Tá 2. hálvleikur var 10 minuttir gamal, fingu vit okkara fyrsta stóra møguleika. Vit vunnu bóltin í egnari verju, umstillaðu skjótt og Ken fekk bóltin um miðjuna. Søren setti fulla ferð á og fekk bóltin djúpt. Hann fintaði til vinstru og trekti innyvir um brotsteigarmarkið og skjeyt móti handaru stong. Gott avrik, men beint framvið.

10 minuttir seinni vóru tað okkara menn í høgru, sum gjørdu avprøvaðu HB-verjuna. Torstein kom inn í brotsteigin afturi við baklinjuna og smekkaði flatt innfyri. Málverjin fekk beint bóltin til horna.

Tá 2. hálvleikur var næstan hálvrunnnin lupu allir 07 Vestur-fjeppararnir á føtur. Janus fekk fekk rúm framman fyri brotsteigin og snúraði eit einastandandi skot móti handara horni. Bólturin sang í stongini og uppá tvørs aftanfyri málverjan, men inn fór hann ikki.

Í 75. minutti varð tað Høgni, sum fekk møguleikan. Sigtór gjørdi til reiðar at leggja innlegg, men snýtti allar og avleveraði ímillum tveir verjuleikarar til Høgna. Staddur inni í brotsteiginum smekkaði hann til, men beint á málverjan.

5 minuttir fyri leiklok høvdu vit aftur stóran møguleika at minka um munin. Søren fekk eina góða sending og smeyg sær framvið verjuleikaranum og skjey, men málverjin hálvbjargaði. Tór-Ingar fekk returin og siktaði móti handara horni, men ein verjuleikari fekk skalla vekk av strikuni.

Síðsta uppspælið til møguleika áttu vit eisini. Vit spældu upp í høgru, Torstein til Holgar fram við síðulinjuni. Holgar tók bóltin við sær og setti ein mann av. Haðani legði hann bóltin til Søren, sum datt inni í brotsteiginum. Rópt bleiv um brotspark, men dómarin lat ikki um vón.

Samanumtikið høvdu vit heilt víst uppiborið at fingið mál burturúr møguleikunum, vit høvdu. Kanska enntá fleiri. Tað skerst tó ikki burtur, at uttan brøgdini hjá Ivan í málinum, høvdu vertirnir eisini fingið eitt ella tvey afturat. Samanlagt kunnu vit sostatt ikki klaga um úrslitið.

Sunnudagin um eina viku skulu vit aftur í eldin. Mótstøðuliðið er suðringar, sum fingu sera góða byrjan uppá kappingarárið, við 2-1 sigri á ÍF.




Komandi dystir

EFFO-deildin, 16. sep. kl. 16:00 
07 Vestur - Skála 5-0


Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 22 28 48
22 20 43
NSÍ 22 21 37
B36 22 22 41
HB 22 12 33
TB/FCS/Royn 22 -8 25
EB/Streymur 22 -17 23
Skála 22 -12 23
07 Vestur 22 -25 19
ÍF 22 -41 9

Málskjúttar

Ken
5
Søren
5
John
3
Gunleif
2
Holgar
2
Høgni
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1
Tór-Ingar
1