Mynd: Haugesunds Avis

Erling Myklebust til 07 Vestur

07 Vestur hava tryggja sær toppskjúttan hjá Vard Haugesund, 24-ára gamla Erling Myklebust, sum kemur til landið í vikuni úr Noregi.

Erling Myklebust hevur verið í Vard Haugesund í 2. deild í Noregi síðan í 2016. Har hevur hann seinastu tvey árini, í 45 dystir, skotið heili 36 mál. Áðrenn Erling skifti til Vard, royndi hann seg í 2 ár í FK Haugesund í bestu deildini, tá bert 18 ára gamal.

Erling er ein hart arbeiðandi, stórur og skjótur áloypari, sum trívist best frammanfyri málinum - sum 9-ari, sum tað ofta verður rópt, men kann annars spæla á øllum framrættaðum plássum.

Erling kemur til landið í vikuni og kemur at vera við hópinum eftir sóttarhaldið.





Komandi dystir


Betri Deildin
7. mars kl. 15:00 07 Vestur - B36