Fyrstalið verið útferð í Tindhólmi

Í góða veðrinum í gjárkvøldið fór besta manslið okkara útferð út í Tindhólm, har okkurt gott var á til matna, umframt at náttúran sjálv er eitt satt njótilsi.

Gutte Guttesen, Eyðstein í Løðu og Poul Sigmund Mikkelsen sigldu ferðalagið út í Hólmin kl. 18. Spákað varð runt á hólminum, áðrenn teir fingu ein betri bita, turra grind, spik, eplir og turran fisk, sum Martin Tausen og Tór -Ingar borðeiddu við. Sum omaná hevði Inga Joensen bakað eina framúr góða skuffukøku aftur við kaffinum. Síðan varð siglt inn aftur til Bíggjar, har lagt var at landi kl. 21.

Takk til øll tey fyri hjálpina

Nú eiga kvinnurnar og 3. deild/U21 tørn 😊