Mynd: www.jn.fo

Fyrsti heimadysturin verður í morgin

Í morgin, leygardagin, kl. 16,  verður fyrsti heimadystur okkara. Okkara menn skulu til at byggja uppá javnleikin á argjum, í spennandi uppgerð á Dungasandi, har suðringar, TB/FC Suðuroy/Royn, koma á vitjan.

Eins og í fjør er fyrsti heimadysturin í bestu mansdeildini, nú við nýggjum navni, Betri Deildin, móti suðringum. Suðringar vóru tá í sera góðum stima, men móti okkum vóru teir greitt næstbest, men fingu stigini við suður hóast tað. So skal úrslitið ikki eisini verða ein endurtøka frá í fjør, krevst meira enn yvirvág í spæli.

Tað varð Poul Ingason, sum tá skjeyt einsamalla málið, longu áðrenn 20 minuttir vóru farnir av dystinum. Vit høvdu annars yvirvág nærum allar 90 minuttirnar, men gestirnir høvdu nøkur amboð at spæla við, og kanska tað mest eyðkenda var stríðsviljin.

Suðringar hava gjørt stórar broyting á liðinum síðan í fjør. Bert 4 leikarar byrðaði inni í 0-4 heimatapinum móti NSÍ, av teimum 11, sum byrjaði inni móti okkum í 2. umfarið í fjør. Eisini á venjarasíðuni er broytt, nú sviðin Glenn Ståhl stendur við róðri, eftir at Maurice Ross skifti til Víking. 

Til dystin í morgin er trupult at rokna út hvørjum gestirnir koma við av spæliætlan. Sum skilst ynskja teir at verða meira spælstýrandi enn í fjør. 

Eins og gestirnir hava vit fleiri nýggjar leikarar, hóast bulurin tó er óbroyttur. Við nýggjum venjara koma sjálvsagt nýggjar ætlanir og liðið fer at gerðast alsamt meira samanspælt. 

Vit fingu stig í fyrsta dysti okkara, á Argjum sunnudagin. Í sera truplum umstøðum, serliga í mótvindinum í øðrjum hálvleiki, fingu leikarar okkara ikki heilt víst seg frá síni bestu síðu. Vit fingu tó eitt sera væl spælt mál, eftir fleiri presisar avleveringar. 

Vit vístu fleiri ferðir á Argjum, at vit hava leikararnar, sum skulu til fyri at skapa møguleikar frameftir, og til at standa kompakt og verja væl. Geva allir sítt allar besta, kunnu vit taka øll 3 stigini, sum sjálvandi eisini er eitt krav á heimavølli.




Komandi dystir

 

Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
KÍ II 27 38 57
Víkingur II 27 24 55
NSÍ II 27 28 53
07 Vestur 27 9 44
B68 27 0 35
B36 II 27 -1 30
B71 27 -23 30
HB II 27 -4 29
Skála II 27 -10 28
EB/Streymur II 27 -61 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Sølvi Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Emil Mikkelsen 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1