Aftast til vinstru: Vár Edvardsdóttir, Rikka Allansdóttir Joensen, Elin Hovgaard, Jasmin Prior Braga, Emma Vilhelmsdóttir, Joan Hovgaard.

Húkandi: Lisa Haraldsen, Karin Vang Jacobsen, Vár Egilsnes Petersen, Lea Kjartansdóttir, Sonja Klein

Liggjandi: Jóhanna Kjelnæs

Gentur U13 spælt seg í steypafinaluna

Fyri løtu síðan spældu okkara gentur U13 seg í steypafinaluna við at vinna á FC Hoyvík. Dysturin endaði 0-0, og eftir longda leiktíð hevði hvørki liðið fingið hol á. Vit vunnu so brotsparkskappingina 5-4, og skulu sostatt leika í sjálvari stepafinaluni.

Dysturin var rættiliga javnur ímillum tvey sterk lið. Tað var eisini rættiliga sjónligt, at hetta vóru tvey lið sum veruliga ætlaðu sær at fara allan vegin. Eftir tvær ferðir 20 minuttir, stóð tó enn 0-0. So var farið víðari til tvær ferðir fimm sera spennandi og intensar minuttir, men enn einki mál.

Uttan mál varð so farið til altíð nervapirrandi brotsparkskapping. Og har gjørdist málverji okkara, Jóhanna Kjelnæs, stóra hetjan við at bjarga fimta brotsparkinum hjá FC Hoyvík. Vit áttu so seinasta skotið, og, undir stórum trýsti á málverja og skjútta, var tað okkara Sonja Klein sum helt høvdið kalt og setti punktum við sigursmálinum til 5-4. Lisa, Elin, Vár og Emma skutu hini málini.

Eftir ætlan skal finalan, sum verður móti HB, spælast tann 21. septembur. Orsaka av uttanlandaferð hjá ungdómsorkestrinum, verður hon møguliga flutt. Tað frætta vit um seinni.

Hjartaliga tillukku til leikarar, venjara og foreldur, og okkum øll somul!




Komandi dystir

 

28/9:   

  1. d. m. KÍ-07V kl. 16.00 í Klaksvík

  2. d. m. AB-07V kl. 14.00 á Argjum

  3. d. m. ROYN-07V kl. 14.30 í Hvalba


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 25 21 49
NSÍ II 25 20 49
KÍ II 24 28 48
07 Vestur 25 16 44
B68 25 4 34
B71 24 -14 29
Skála II 25 -8 27
HB II 25 -8 26
B36 II 25 -10 24
EB/Streymur II 25 -46 12

Málskjúttar

Niels Mouritsen 9
Høgni E. Nielsen 8
Solomon Kwao 8
Ragnar Weihe 5
Ken Fagerberg 4
Dann Fróðason 3
Hørður Egilsson 3
Sølvi Egilsson 3
Tór-Ingar Akselsen 3
Eirikur Ellendersen 2
Martin Tausen 2
Asbjørn Heðinsson 1
Heri Kjærbo 1
Jákup S. Olsen 1
Teitur Olsen 1