Gentur U14 byrjaðar at venja uttandura

Gentur U14 høvdu sína fyrsu uttandura venjing í morgun kl. 9. Fyrstu tíðina verður vant tvær ferðir úti, umframt fríggjadagar í høllini. Gentur U14 eru tær gentur, ið eru føddar í 2003 og 2004.

Av tí at nógvar av gentunum enn eru við til vetrarítrótt, verður vant tvær ferðir um vikuna, fyribils sunnudag og mikudag, men hetta kann broytast. Liðið hevur sín egna facebook-bólk, har kunnað verður um hetta. Um onkur er, sum gjarna vil verða við, men ikki er við í hesum bólkinum, ber til at seta seg í samband við Mass Antoniussen, antin á facebook ella á tel. 220949.

Venjarar hjá Gentum U14 í ár, eru Mass Antoniussen og Birgir Joensen. Fríggjadagar venja tær saman við Jens Erik Rasmussen.

Venjingartíðir
Sunnudag kl. 9:00
Mikudag kl. 18:15
Fríggjadag kl. 15:00 (í høllini á Giljanesi saman við Dr. U12)

Umframt hetta, stendur øllum í boði at venja við á fótbóltsbreytini, hesar tíðir:
Mánadag kl. 6:30 (í Skúlanum á Giljanesi)
Mikudag kl. 6:30 (í Sørvágs Skúla)
Fríggjadag kl. 6:30 (felagsvenjing á Giljanes, bussur koyrir úr Sørvági)




Komandi dystir

EFFO-deildin, 18. Juni kl. 15:00
TB/FCS/Royn - 07 Vestur

2. deild, 5. Juni kl. 15:00
EBS - 07 Vestur

Fleiri


Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur 12 16 26
12 9 26
NSÍ 12 12 21
HB 12 5 17
TB/FCS/Royn 12 2 16
B36 12 +5 14
EB/Streymur 12 -11 11
07 Vestur 12 -13 11
Skála 12 -7 10
ÍF 12 -18 6


Málskjúttar

Ken
3
Holgar
1
Jákup Sveinbjørn
1
Torstein
1