Genturnar spæla steypafinalu leygardagin

Gentur U14 hava spælt seg í steypafinaluna, og leygardagin skal slagið standa. Dysturin móti AB/B71 verður spældur á Tórsvølli kl. 14:30, og fjepparabussurin koyrir kl. 13:15. Øll eru meira enn vælkomin at stuðla okkara liði!

Vegurin til finaluna um Eilif Arge-steypið, byrjaði við 4-2 sigri á EB/Streymi, í einum jøvnum og spennandi dysti. Í fjórðingsfinaluni møttu vit NSÍ, har okkara gjørdu bart við stórsigri, heili 18-0.

Hálvfinalan móti B68 gjørdist sera spennandi. Okkara komu sannførandi til hálvleiks við 4-1 leiðslu. Í 2. hálvleiki megnaðu gestirnir at skora 2 mál, til 4-3, og spenningur í av álvara. B68 fingu tó ikki fleiri mál, og minuttin fyri fulla tíð, fingu vit seinasta málið og vunnu sostatt 5-3.

Við Mass Anthoniussen á odda hava genturnar havt eitt megnar ár higartil. B-liðið hevur klára seg sera væl og liggja á 4. plássi, og A-liðið liggur á 2. plássi, 2 stig aftanfyri HB, við einum dysti til góðar.

Ágrýtnu genturnar hava vant nógv og væl, og víst ein hugburð, sum onnur ítróttarfólk kunnu læra nógv av. Og fyrsta lønin fyri stríðið er so finalupláss leygardagin.




Komandi dystir

Betri-deildin, 17. juni kl.
EB/Streymur - 07 Vestur 

2. deild, 9. juni kl.
07 Vestur - ÍF

Kvinnur, 17. juni kl. 
07 Vestur a - Giza Hoyvík


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 13 17 34
13 15 29
B36 13 10 25
NSÍ 13 18 24
Víkingur 13 3 20
EB/Streymur 13 1 14
Skála 13 -8 14
TB/FCS/Royn 13 -11 11
AB 13 -19 8
07 Vestur 13 -24 4

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 5
Kyrylo Silich 2
Sølvi Egilsson 2
Høgni E. Nielsen 1
Ken Fagerberg 1
Ndende 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 9 26 25
TB/FCS/Royn 9 15 18
AB/B71 7 11 14
AB 8 -11 10
ÍF/Víkingur 7 4 8
07 Vestur b 9 -16 8
EBS/Skála (-3) 7 -2 4
Giza Hoyvík 8 -28 1


Málskjúttar

Margit M. Kwao 9
Sissal Haraldsen 7
Mona S. Poulsen 6
Julia Niclasen 4
Annika Niclasen 3
Henrikka W. Jacobsen 3
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Barbara Prior 1
Jana Jacobsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1