GU14 STEYPAVINNARAR!!!

07 Vestur gentur U14 vunnu seinnapartin 2-1 í sera spennandi steypafinaluni móti AB/B71. Genturnar hjá Mass Anthoniussen komu á odda 1-0, og beint fyri dystarenda avgjørdu okkara røsku gentur dystin. HJARTALIGA TILLUKKU ØLL SOMUL!

Vit byrjaðu rættiliga væl og høvdu eina yvirvág nærum allan fyrra hálvleik. Fyrsta málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Vit fingu fleiri horna, sum øll vóru rættiliga vandamikil, við góða innleggsfótinum hjá Kristinu Nattestad. Hornað kom úr vinstru í góðari hædd har Hanna Ole-Jacobsen setti pannuna undir og stútaði bóltin í netið til 1-0.

Hóast yvirtak okkara fingu AB/B71 útjavnandi málið stutt eftir. Tær sparkaðu ein langan bólt mitt niðaneftir, sum verja okkara ikki fekk rudda burtur. Ein av teimum fekk fatur á bóltinum og, einsamøll móti Sólju í málinum, skoraði hon trygt.

Hinar høvdu eisini nakrar aðrar møguleikar, men hvørja ferð var Sólja, sum spældi ein branddyst, í vegin. Vit høvdu eisini fleiri møguleikar at skora. bæði áðrenn og aftaná málini, serliga liðskipari okkara Sissal Haraldsen, men ongantíð eyðnaðist. Hálvleiksstøðan gjørdist sostatt 1-1. 

Eftir hálvleik høvdu vit lotið ímóti, og vit høvdu størri og størri trupulleikar at fáa spælið at hanga saman. Aloftast vóru tað Sissal og Helma Thomassen, sum royndu við skjótum mótálopum, men tær blivu ov einsamallar móti sterku AB/B71-verjuni. Í verjupartinum máttu vit gera tvær útskiftingar vegna skaða, fyrst málskjúttan Hannu, og síðan Anju Hentze Anthoniussen, sum spældi aftarliga á miðjuni.

Innsatsurin varð tó nærum hetjukendur, og so, tá bert heilt fáir minuttir vóru eftir, fór Sissal í mótálop. einsamøll móti fleiri vann hon fríspark. Hon tók sjálv, flatt ígjøgnum múrin, og málverjin hjá AB/B71 fekk einki gjørt. 2-1!

Teir fáu minuttirnar, ið eftir vóru, kempaðu vit fyri hvørjum bólti. Stóra áskoðarafjøldin helt ondini, men at enda var tíðin farin, og Ransin N. Djurhuus bríkslaði av.

Liðið: Sólja Falkvard Gudmundsen; Eyðrið Rúnadóttir, Hanna Ole-Jacobsen, Katrina Josefina Eliasdóttir; Anja Hentze Anthoniussen; Helma Thomasen, Aleksandra Jørgensen, Kristina Nattestad; Sissal Haraldsen.
Eyka: Hanna Thomassen, Malan Andorsdóttir, Rebekka B. Prior, Jana Jacobsen.




Komandi dystir

Betri-deildin, 29. juli kl. 
B36 - 07 Vestur

2. deild, 18. aug. kl. 
B68 - 07 Vestur

Kvinnur, 26. aug. kl.
07 Vestur a - 07 Vestur b


 

Fleiri


Betri Deildin

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
HB 15 21 40
15 17 35
B36 15 12 28
NSÍ 15 17 27
Víkingur 15 5 26
Skála 15 -6 18
EB/Streymur 15 -1 17
TB/FCS/Royn 15 -15 11
AB 15 -24 8
07 Vestur 15 -26 4

Málskjúttar

Gilli Samuelsen 6
Kyrylo Silich 2
Sølvi Egilsson 2
Høgni E. Nielsen 1
Ken Fagerberg 1
Ndende 1


Kvinnur

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
07 Vestur a 11 32 29
AB/B71 9 14 20
TB/FCS/Royn 11 13 19
ÍF/Víkingur 9 6 12
AB 9 -10 11
07 Vestur b 11 -19 8
EBS/Skála (-3) 8 3 7
Giza Hoyvík 10 -39 1


Málskjúttar

Margit M. Kwao 11
Sissal Haraldsen 11
Mona S. Poulsen 6
Julia Niclasen 5
Annika Niclasen 4
Jana Jacobsen 4
Henrikka W. Jacobsen 3
Barbara Prior 2
Bjørk Á. Dalsgaard 2
Sesilia Olsen 2
Kristianna á L. Haraldsen 1
Paula Jensen 1
Sesilia Prior 1