Holgar fluttur til Noregs at spæla

Mest leikandi, toppskjútti og liðskipari okkara, Holgar Durhuus, hevur fingið sáttmála í Noregi, har hann skal spæla við Kvik Halden. Vit takka Holgari fyri tíðina og tað, hann hevur lagt eftir seg í 07 Vestur. Kanska vit fáa hann aftur einaferð.

Við 201 dystum og 62 málum er vestmenningurin samanlagt bæði mest leikandi og mest skorandi leikari okkara. Hann hevur verið við síðan byrjanina, bert undantikið eitt ár. Tað skal hann hava okkara tøkk fyri!

Nýggja felagið er úr Halden í Østfold í landsynningspartinum av Noregi, heilt niðri ímóti svenska markinum. Kvik Halden er stovnað í 1906, og hevur vunnið ein størri heiður, júst fyri 100 árum síðan, í 1918, tá teir vunnu norsku steypakappingina. Kvik Halden spæla í 4. bestu deildini ("Norsk Tipping"-deildini) í Noregi.

Kappingin í Noregi byrjar nakað seinni enn tann føroyska, men endar eisini seinni. Venjingardystir verða sjálvsagt leiktir áðrenn, og tann fyrsti hjá Holgari og nýggju viðleikarunum, verður 3. februar.

Vit takka Holgari enn eina ferð, og ynskja honum góða eyðnu!




Komandi dystir 

1. deild menn
5. aug. kl. 19:00 07 Vestur - B36

1. deild kvinnur
23. aug. AB/B71 - 07 Vestur


Menn 1. deild

Lið D +/- Stig
Víkingur II 14 17 29
NSÍ II 13 12 26
HB II 13 8 24
KÍ II 14 1 23
B71 14 2 19
B68 14 4 18
07 Vestur 14 -2 17
B36 II 14 -7 17
FC Hoyvík 14 -22 9
AB II 14 -13 8

Málskjúttar

Tór-Ingar Akselsen 5
Gilli Samuelsen 3
Dann Fróðason 2
Ragnar Weihe 2
Jóannis á Steig 1
Jógvan Petersen 1
Karl Weihe 1
Martin Tausen 1
Predrag Jeremic 1
Solomon Kwao 1
Teitur Olsen 1
sjálvmál 1

 
 

Kv. 1. deild

Lið D +/- Stig
07 Vestur 8 15 18
AB/B71 7 27 15
HB 8 2 15
ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
TB/FCS/Royn 8 -12 7
AB 8 -5 6
8 -28 4

Málskjúttar

Julia Niclasen 4
Margit M. Kwao 4
Sissal Haraldsen 4
Sesilia Olsen 3
Kristina D. Gásdal 2
Marita E. Thorsvig 2
Eyðvør T. Poulsen 1
Hanna Thomassen 1
Helma Thomasen 1
Mona S. Poulsen 1
Ruth Albinsdóttir 1
Sjálvmál 1