Innbjóðing til dómaraskeið

Hevur tú hug at verða partur av tí fantastiska spælinum, er møguleiki at luttaka sum dómari ella hjálpardómari. Í næstum verður skeið her vesturi, helst yvir nøkur kvøld, íalt 15 tímar.

Undanfarin ár hava hesi skeið verið hildin í FSF húsinum í havn. Soleiðis verður ikki í ár. Ætlanin er at koma út til feløgini at halda skeiðini, tó í FSF húsinum fyri feløgini í havn.

Skeiðið er mett at vara í 15 undirvísingar tímar. Ætlanin er at deila tað upp í nøkur kvøld, har undirvís verður umleið fýra tímar hvørt kvøld. Írokna er nakað av verkligari undirvísing á vølli og próvtøkan.

Tilmelding er hjá Jarnhold, tel. 590707 ella á facebook, ella á 07vestur@07vestur.fo.


Um skeiðið:
Grundskeiði er grundarsteinurin í útbúgvingini fyri tann sum vil virka sum fótbóltsdómari..

Endamál:
Endamáli við útbúgvingini, er at geva næminginum teoretiskan og praktiskan førleika ,fyri at kunna virka sum fótbóltsdómari og ella hjálpardómari.

Tíð og staður:
Útbúgvingin tekur 15 tímar, býtt yvir nøkur kvøld/vikuskiftir og fer fram í feløgunum ella FSF húsinum, fyrsta kvartali av árinum.

Upptøku krøv:
15 ár, fyrimunur er um næmingurin hevur tikið grundskeiðið “Dómarin”.

Útbúgvingin gevur frálæru í:

Dómari
Fótbóltslógin, 17§´ir sum eru deild í fýra høvusevnir:
 -Byrja (seta í gongd)
- Rangstøða
- Fríspark
- Málmaðurin
Tekn/tekn geving (Dómari)
Fyrisiting ( Dómaraseðil vm.)

HD-dómari 1
Hvat skal veitrast fyri og hvussu.
Tekn og kropsmál
Tulking av rangstøðu. (video/DVD)
Útskifting

Felags
Praktik á vøllinum/samarbeið
Upphiting
Próvtøka

Førleikar.
FSF dómari kann døma ungdómsdeildir, 3.deild, 2.deild og Kvinnudeildina.

At hava við.
Tað er neyðugt at hava venjingarbúna og uttandura skógvar við. FSF letur lógbók og skriviamboð.






Komandi dystir

  1. deild m. 07V-EBS kl. 16.00 

  2. deild m. FCH-07V kl. 16.00

  3. deild m. 07V-ÍF kl. 12.30


Fleiri dystir...

Stigatalvan

Lið D +/- Stig
Víkingur II 19 21 40
NSÍ II 19 16 39
07 Vestur 19 18 38
KÍ II 18 22 35
B68 19 -6 22
B71 18 -16 19
B36 II 19 -11 18
Skála II 19 -8 17
HB II 19 -11 14
EB/Streymur II 19 -25 12

Málskjúttar

Solomon Kwao 8
Niels Mouritsen 8
Høgni E. Nielsen 5
Ken Fagerberg 4
Ragnar Weihe 3
Hørður Egilsson 3
Dann Fróðason 3
Martin Tausen 2
Eirikur Ellendersen 2
Tór-Ingar Akselsen 1
Teitur Olsen 1
Heri Kjærbo 1
Asbjørn Heðnsson 1