07 Vestur fingið dagført heimasíðuna

Vit hava júst dagført heimasíðuna, sum enn er frá Knassar. Nýggja heimasíðan er bert broytt smávegis, men umsitingin av síðuni er blivin nógv betur.

Eisini er nýggj undirsíða við komandi dystum, har allur juni mánaður liggur frammi.

Við nýggju heimasíðuni koma lýsingar í høgru síðu, og hesar fáa vit goldið fyri alt eftir hvussu nógvar vitjanir vit hava, so nú mugu tit royna at vitja síðuna nógv. Eisini fáa vit góðan part av lýsingarkostnaðinum frá teimum, ið stovna lýsing umvegis okkara síðu. Trýstið á "Stovna tína vevlýsing" ovast í høgra horni.

Okkara egnu lýsarar/stuðlar, ið stóðu mitt eftir gomlu síðuni, koma eisini í ein nýggjan bannara um fáar dagar.