07 Vestur gjørt leiguavtalu um Gilla

Málskjúttin móti AB sunnudagin, Gilli Samuelsen, gjørdi undan kappingarbyrjan leigusáttmála við 07 Vestur. 19-ára gamli framherjin skal spæla við 07 Vestur hetta kappingarárið.

Gilli Samuelsen, sum er abbasonur Magna Thomassen í Sandavági, er sáttmálabundin við B36, men ynskti at koma vestur fyri at royna seg í BETRI Deildni. Hann hevur spælt væl í venjingardystunum, og sunnudagin skjeyt hann mál okkara í 1-1 javnleikinum á Argjum.

Vit vóna sjálvsagt at hetta bara verður fyrsta málið av mongum í svarta búnanum!