07 Vestur innandurakapping - Bólkar


Eftir ein spennandi og hendingaríkan fyrrapart í høllini á Giljanesi har yngru árgangirnir hava skotið fleiri mál, er tíðin hjá teimum vaksnu at sleppa framat.

Lutakastið til bólkarnar er gjørt, og spælt verður soleiðis:


Bólkur 1 Menn byrja kl. 17.30. Fimm lið eru við, og tey eru: AC Horsens, The Viking Warriors, Bayern Munchen, Team Sofa King We Todd It og Dólgarnir


Kvinnurnar spæla kl. 18.15. Her eru liðini: MAKSA, Dangerous Divas, Barcelona og Real Madrid


Bólkur 2 Menn byrja kl. 19.15: Fimm lið eru við, og tey eru: West Ham, Smokey, FC Runavík, TB og Nr.1.


Bólkur 3 Menn byrja kl. 20.15: Fimm lið eru við, og tey eru: Spania, Liverpool, SÍ, FC Krúll og FC Young Boys.


Tvey lið í hvørjum bólki fara víðari í bólka A og B.

Bólkur A: Vinnari af bólki 1 og 3, og nummar 2 í bólki 2. 

Bólkur B: Vinnari av bólki 2 og nummar 2 í bólki 1 og 3.

Síðani møtast vinnari av bólki A og B í finaluni.


Um tað stendur á jøvnum í einum bólki telur innanhýsis fyrst, síðan málmunur og seinast skotin mál. Síðan golden goal um brúk er fyri tí.


Vit gleða okkum til eitt brak av eini fótbóltsuppliving í kvøld!


Koyr á 07 Vestur.