07 Vestur - KÍ 3-0


Eingin ivið var nakrantíð um úrslitið, hóast spælið ikki var stórt at reypa um. Eftir smáar 20 minuttir var dysturin mestsum avgjørdur við málum frá Hans Arna og Ragnar. Tór-Ingar skoraði síðsta málið beint áðrenn hálvleik. Tríggir dystir, tríggir sigrar og enn einki mál ímóti.



Liðið:Petur Meinhard Magnussen; Ragnar Nattestad, Emil Mikkelsen, Aristide Tehe, Ásmund Hansen; Jovan Radinovic-Panic, Jákup Sveinbjørn Olsen (Hørður, 70') , Tór-Ingar Akselsen, Tórstein Mýlingstind, Holgar Djurhuus; Hans Arni Ellefsen (Rógvi, 70').
Eyka:Eli Poulsen, Hørður Johansen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Per Heinason.



Næsti dystur verður sunnudagin 22. móti HB í Havn.



Næsti heimadystur verður leygardagin 28. móti B71.