07 Vestur kvinnur meistarar í 2. deild

Við sigri í innanhýsis dysti í kvøld, og ársins síðsta, hava kvinnurnar hjá 07 Vestur tryggja sær meistaraheitið í 2. deild, hóast nærmastu kappingarneytarnir enn hava dystir til góðar.

Eftir 14 dystir, hevur lið okkara 35 stig, tær hava vunnið 11, spælt 2 javnar og tapt 1. B-lið okkara, í somu deild, endaðu á 7. plássi.

Hóast nøkur av hinum liðunum enn hava dystir til góðar, kunnu vit næstan heilt víst útvevna okkum til best skorandið liðið eisini, við 51 málum, harav tippskjútti okkara, og liðskipari, Margit M. Kwao, átti tey 14, sum er eitt mál per dyst, í meðal.

Kvinnurnar heintaðu sostatt fyrstu gullmedaljurnar hjá 07 Vestur ár, hjartaliga tillukku!