07 Vestur møtir B68 í steypakappingini


Í eini endurtøku av 1. umfarið í 2010, skulu vit inn á Toftir at spæla steypadyst 2. páskadag. Vónandi kunnu vit spæla okkum til eitt betur úrslit í ár enn fyrraárið - vit taptu tá 3-0, hóast vit gjøru ein góðan figur.



Steypakappingin byrjar við undanumfarið, har vit ikki eru við. Eftir eina revurdering av kappingarskipanini, er 1. umfar flutt naka inn í landskappingina, soleiðis at liðini eru komin betur í gongd, og eru betur fyri at taka lut í so tíðandi dystum.



Í fjør leiktu vit okkum í hálvfinalurnar móti ÍF, har bert svartasta óhepni steðgaði okkum at røkka sjálvari finaluni. Vit taptu fyrru hálvfinaluna í Fuglafirði 1-0, uppá sjálvmál. Seinnu hálvfinaluna vunnu vit á heimavølli 2-1, og trýstu veruliga á síðstu løtuna, men, hóast fleiri upplagdar møguleikar, máttu vit lúta uppá eina útavallamálið hjá gestunum.



Vit gleða okkum til at koma í gongd, og síggja sjálvsagt fram til at vitja á Toftum á páskum.



Koyrið á 07 Vestur!