07 Vestur og Ásmund Hansen undirskrivað avtalu

Fyri løtu síðan var avtala gjørd ímillum 07 Vestur og Ásmund Hansen úr Miðvági. Sostatt er greitt at mest leikandi spælarin í fjør verður ein týðningarmikil partur av hópinum aftur í ár.

Ásmund spældi við okkum fyri fyrstu ferð í fjør, eftir at hann flutti frá barndómsfelagnum MB. Nú 20-ára gamli Miðvingurin spældi sum einasti leikari okkara allar dystirnar, bæði í 1. deild og steypakappingini umframt 2 dystir í 2. deild. Íalt heili 30 dystir.

Vit eru sera glað fyri Ásmund og ynskja honum hjartaliga tillukku og blíðan byrð!