07 Vestur og SÍ gjørt avtalu um yngstu deildirnar


Formennirnir í SÍ og 07 Vestur, ávíkavist Jákup á Stongum og Heðin Jørgensen, hava í dag undirskrivað avtalu um samstarv um yngstu deildirnar í Sørvági. Avtalan inniber, at komandi kappingarár koma øll børnini í Sørvági at leika í navni og búna 07 Vestur.



Eins á áður verður leisturin fyri tey yngstu, frá U12 og yngri, at vant verður í heimbygdini. Sostatt halda bæði gentur og dreingir upp til og við ávíkavist gentur 12 og piltar framm at venja og spæla dystir í Sørvági. Eins og áður flyta smádreingir yvir til Sandavágs at spæla.



Nevndin í 07 Vestur er sera fegin um hetta stigið, ið birtir undir vónina um at samla fótbóltin í økinum í eitt felag.