07 Vestur takkar øllum, ið hjálptu á festivalinum

07 Vestur hevði ábyrgdina av vaktunum við inngongdirnar á Sørvágs Country & Blues Festivali, har uml. 70 persónar hjálptu til. Umframt hetta høvdu vit sølubúð og upprudding til frama fyri innsamling til uttanlandaferð hjá U16 og U14.


Vaktarskipan og sølubúð gingu fyrimyndarliga væl. Fólk møttu sera væl upp, væl hýrd og arbeiðssom. Takk fyri øll somul!


07 Vestur ynskir eisini fyriskiparunum tillukku við væleydnaða tiltakinum!