07 Vestur-dagurin 2018

Týsdagin 5. juni kl. 17-19 fara vit øll at samlast á Dungasandi til ein hugnaligan 07 Vestur-dag. Venjarar okkara saman við Betri-leikarum skipa fyri upphiting og venjing og aftaná hugna vit okkum við ókeypis grill-mati.


Hetta er sætta árið, at leikarar, foreldur, nevndir og onnur savnast til 07 Vestur-dag, ella felags venjingardag, sum vit kallaðu tað frá byrjan av. Fyrstu ferð var í 2013 á Valloyruni í Sandavági. Í 2014 vóru www.jn.fo á vitjan, og myndafrásøgnin, sum ikki er minni góð (og stuttlig) nú 4 ár eru frá liðin, sæst her: Felags venjingardagur 2014.


Síðan tá hevur ungdómsnevndin gjørt nógv burturúr á hvørjum árið, og løturnar hava verið sera góða. Veðrið sær eisini út til at verða til vildar, so hetta eigur ikki at fara framvið.


Síggjast!