07Vestur søkir ungdómsvenjara

 07Vestur søkir nýggjan
høvuðsungdómsvenjara.



 



Av tí at
høvuðsungdómsvenjari okkara hevur valt at royna aðrar leiðir søkir
fótbóltsfelagið 07Vestur eftir nýggum høvuðsungdómsvenjara at byrja skjótast
gjørligt.



Um felagið:

07Vestur er eitt felag í stórari menning, við liðum í øllum aldursbólkum og
báðum kynum.

Fleiri venjarar og hjálparfólk eru rundanum øll liðini.

07Vestur hevur skipaða fótbóltsvenjing inni og úti alt árið.



07Vestur er grundfest
í Vesturøkinum, og vant verður í Sørvági og Sandavági



Arbeiðsuppgávur:

Uppgávan hjá høvuðsungdómsvenjaranum er, í samstarvi við ungdómsnevndina,
venjarar og sjálvboðin

- At standa á odda fyri arbeiðinum hjá
virknu barna- og
ungdómsdeild okkara, framhaldandi at bjóða øllum børnum og ungum, gentum og dreingjum
eitt áhugavert, mennandi og hóskandi fótbóltstilboð.


- At verða við til at leggja til rættis ungdómsvenjingarnar,
at tryggja góðskuna, og at hesar fylgja leistinum hjá felagnum.

- At vegleiða venjarunum í felagnum

- At standa fyri venjingum á vølli og í høll í øllum vesturøkinum og
norðurstreymoy.

- Samskifta við feløg, FSF og onnur, og samskipa uppgávurnar í felagnum.



Førleikakrøv

Vit ynskja ein venjara við royndum og í minsta lag UEFA B - venjaraútbúgving,
men eisini ein ið hevur hug, hegni og orku at styrkja ungdómsdeildina
fótbóltsfakliga og arbeiða við felagsskapinum.

Nakað av skrivstovu uppgávum fylgja við starvinum, og vænta vit at tann ið
settur verður er skipaður, og eisini leggur nakað eftir sær til komandi venjarar
at brúka í víðari menningini av felagnum.



Starvið er
fulltíðarstarv, og løn og arbeiðstíðir eftir avtalu.



Ynskir tú at vita
meir um starvið kanst tú ringja til ungdómsnevndina 238080 ella 533000





Umsóknir við prógvi og viðmælum skulu sendast til
07vestur@07vestur.fo í seinasta lagi fríggjadagin 17. Mai 2019