Abraham og Philip nýggir í ungdómsdeildini hjá 07 Vestur

Abraham Løkin er nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá 07 Vestur, og tekur yvir eftir Matt Potter. Philip Frikke-Schmidt er nýggjur ungdómsvenjari. Báðir uppá fulla tíð.

Abraham Løkin hevur nógvar royndir bæði sum leikari og sum venjari, og allir føroyingar kennast við dámliga fuglfirðingin. Í Betri Deildini hevur hann fleiri enn 100 dystir sum høvuðsvenjari fyri NSÍ og ÍF. Harafturat varð hann, í fleiri ár, ein av venjarunum í ungdómsdeildini hjá NSÍ, og eigur lut í einastandandi úrslitunum har, og menningini av fleiri leikarum, ið seinni eru vorðnir yrkisleikarar.

Abraham yvirtekur høvuðsungdómsvenjarastarvarið eftir Matt Potter, ið, av persónligum orsøkum, ikki fekk farið frá familjuni í Onglandi, og mátti siga starvið frá sær.

Afturat Abrahami er danin Philip Frikke-Schmidt settur í starv sum ungdómsvenjari. Philip hevur longu verið í starvinum í nakrar vikur, fleiri av teimum yngru hava møtt smílandi sælendinginum.

Philip hevur havt ymsar venjarauppgávur innan fótbólt, serliga í B1903, men eisini ymiskt annað, sum t.d. talentvenjingar fyri størri feløg í Danmark. Áðrenn hann nú er komin til 07 Vestur, hevur hann eisini røkt høvuðsungdómsvenjarastarvið í B68 á Toftum.

Ungdómsdeildin hjá 07 Vestur er sera virkin og hevur verið tað í nógv ár. Í ár vera so nakrar broytingar, og umframt at nýggi 1. deildar-venjarin saman við høvuðsvenjaranum koma at hava vakið eyga við teimum elstu í ungdómsdeildini, er, við nýggju venjarunum, stórt fokus á teimum yngstu eisini.