Aðalfundur


Hervið verður kallað inn til árliga aðalfund felagsins, sum verður mikukvøldið 13. november kl. 19.00 í 07 Vestur húsinum í Sørvági.



Skrá sambært viðtøkum felagsins:



1. Val av fundarstjóra



2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið



3. Val av nevndalimum og tiltakslimum til høvuðsnevnd



4. Val av nevndarlimum og tiltakslimum til ungdómsnevnd



5. Innkomin mál



6. Ymist



Innkomin mál skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 12 dagar fyri aðalfundin.





Nevndin