Altjóða Down Syndrom-dagur

Altjóða Down Syndrom-dagur er í dag, 21. mars, og kvinnurnar hjá 07 Vestur markeraðu dagin, eins og túsundtals onnur, við at mála neglirnar bláar.

Tað er Sameindu Tjóðir, ið hevur valt 21. mars til altjóða Down Syndrom dag, fyri at markera, at borgarar við Down Syndrom hava fullan rætt at liva og virka í øllum okkara samfelag, á jøvnum føti við onnur.

Dagurin er hildin síðan 2012, og er júst 21. mars er valdur fyri tí Down Syndrom er orsaka av einum av trimum møguligum feilum í kromosom nr. 21. Tað merkir, at fólk við Down Syndrom hava 47 kromosom, í mun til 46 hjá øðrum.