Ársins síðsti dystur!

Um tveir tímar byrjar síðsti dystur í 1. deild í ár, tá vit taka ímóti HB á Dungasandi. Dysturin byrjar kl. 18:00, og øll eru vælkomin!

Áðrenn síðsta dystin er longu avgjørt, at vit ikki kunnu klára upp á uppflytingarpláss, eftir sum 6 stig mangla í. Árið hevur, í mangar mátar, verið eitt rættiliga buldraligt ár, men tað hevur eyðnast nevnd, venjarum og leikarum at rætta upp uppá skútuna eftir veruligt illveður. Hóast tað, gjørdust vit ov stuttir.

Fyri gestirnar úr HB er dysturin avgerandi fyri framtíðina í 1. deild. Teir liggja til niðurflyting og krevja stig frá okkum, umframt at B36 skal missa stig, og fara sostatt at geva okkum eina trupla uppgávu, skulu vit enda árið við sigri.

Kom ein túr á Dungasand til góðan dyst!