B68 - 07 Vestur 0-2


1. lið okkara eru á Toftum í dag. Dysturin byrjaði kl. 15:00, og í hálvleikinum førdu vit við einum málið, ið Ragnar Nattestad skoraði. Í seinna hálvleiki kom eisini bert eitt mál, og hesa ferð var tað Jóhan Selfoss, ið skoraði. Vit vunnu sostatt fyrsta dystin í 1. deild 2-0.



Byrjunaruppstillingin:Petur Meinhard; Ragnar, Aristide, Emil, Ásmund (Tórstein, 76'); Jákup Sveinbjørn (reytt, 76'), Sølvi, Tór-Ingar, Jovan, Jóhan; Holgar (Hørður, 69').
Bonkurin:Eli, Hørður, Per, Tórstein, Bjarni.



Sum skilst av Toftum høvdu okkara menn meginpartin av spælinum, og sterka verjan steðgaði vertunum í at spæla seg til nakran veruligan møguleika allan dystin.



Vit, har afturímóti, vassaðu í møguleikum, og bert svartasta óhepni foraði okkum í at skora fleiri mál.



1. liðið spælir longu aftur mikudagin kl. 1830 á Dungasandi, móti NSÍ.