Bólkaspælið hjá Gentum U14 liðugt


Gentur U14 hava spælt sínar dystir í bólkaspælinum. Okkara lið var við í B bólkinum, har tær spældu móti B71, B36 a og Skála. Tær endaðu nr. 3 við 8 stigum. Nýggj kapping verður løgd skjótt, har vit so skulu luttaka í einum nýggjum bólkið.



Genturnar fingu fleiri heilt góð úrslit og vunnu tveir sigrar á botnliðinum B71 og fingu tveir javnleikir móti Skála, sum tó vann seg greitt víðari í meistarabólkin.



Genturnar luttóku eisini í steypakappingini um Eilif Arge steypið, har tær máttu lúta fyri B68.