Camara flytir vestur

07 Vestur og Ibrahima Camara gjørdu í gjárkvøldið avtalu, soleiðis at Camara flytir av Toftum og vestur at spæla. Camara hevur vant við okkara liðið í eina tíð, og nú er so avtalan komin í hús.

Camara hevur verið á Toftum síðan hann kom til Føroya í 2010, bert 19 ára gamal. Skjóti Senegalesarin spældi so seinni hálvu á Toftum tað árið og til hann gjørdist skaddur seint í 2011. Hetta árið spældi hann 17 dystir og skjeyt 10 mál. Hann var skaddur heilt til seint í 2012, tá hann spældi tríggjar dystir móti endanum av kappingarárinum.

Vit ynskja Camara hjartaliga vælkomnum vestur og ynskja sera blíðan byrð!