Dánial Pauli heldur fram í 07 Vestur
07 Vestur og Dánial Pauli Lervig hava longt sáttmálan, og, so leirvíkingurin, sum kom vestur at spæla í fjør, heldur fram í 07 Vestur.
30-ára gamli verjuleikarin, sum meginpartin av fótbóltslívinum hevur leikt við Víkingi, hevði annars verið trý tey seinastu árini í HB, tá hann flutti vestur til 07 Vestur áðrenn seinasta kappingár, og bleiv ein týðningarmikil leikari í miðverjuni og á vinstra bakki.
Dánial Pauli varð umráðandi tilgongd í fjør, og kann roknast við at vera ein stuðulsleikari aftur í ár. Hann varð av mest leikandi spælarunum hjá 07 Vestur í fjør og spældi 21 dystir íroknað steypakappingina, og byrjaði inni í øllum uttan einum.
07 Vestur spældu venjingardyst leygardagin móti ÍF í Sørvági, og vunnu 4-1. Í øllum førum tveir venjingardystir afturat áðrenn kappingin byrjar. Fyrsta umfar verður móti júst barndómsfelagnum hjá Dánial Paula, Víkingi, leygardagin 5. mars.