Dreingir U14: steypakapping


Ein sera spennandi dystur var leiktur leygarmorgunin í Sandavági, har okkara U14 dreingir tóku móti NSÍ. Okkara fortjentu ein góðan sigur í einum góðum dysti móti einum ligið, ið vit ikki hava vunnið á í landskappingini tríggjar teir síðstu dystirnar.



Egil Petersen hevði gjørt vøllin kláran tíðliga á morgni, reinsa strikurnar reinar og gjørt alt klárt. Rógvi Nielsen dømdi og Hanus Nielsen og Sølvi Egilson vóru hjálpardómarar.



Liðið var mannað av: Brandur Leonson, Egor Eyðsteinsson Venned, Hørður Egilsson, Janus Samuelsen, Kaj Johannesen, Karl Weihe, Niels Mouritsen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Sjúrður Ellingsgaard Petersen, Teitur Anderson, Teitur Olsen og Tollakur Búason.



Vit byrjaðu eisini væl og fingu tveir góðar møguleikar innanfyri fyrstu 5 minuttirnar. Hetta gav sjálvsálit og vón um sigur. Hóast hetta vóru vit óhepnir og NSÍ fekk fyrsta málið longu í 7. minutti. 07 Vestur - NSÍ 0-1.



Eftir at vit sentraðu spældu vit víðari við høvdinum høgt og skaptu fleiri nýggjar møguleikar. Vit gjørdu eisini onkur mistøk, men Oskar Weihe var klárur í málinum hvørja ferð.



Tá 14 minuttir vóru leiktir spældi Teitur Anderson, eftir ein góðan spurt, Egor Venned leysan. Hann skoraði við fyrstu berøring og vit høvdu javnað.



Motiveraðir av málinum megnaðu vit at avsluttað góða spælið í fyrra hálvleiki við fleiri málum. Annað mál okkara kom eftir enn ein góðan spurt, hesu ferð í vinstru síðu av Sjúrði Petersen, ið spældi innum til Teit Anderson, sum er okkara toppskorari í ár, ið legði okkum á odda 2-1.



Janus Samuelsenskoraði okkara síðsta mál, tá hann gjørdi tunnel á ein NSÍ-leikara og kom so einsamallur móti málverjanum. 3-1.



Í 2. hálvleiki traðkaðu vit á bremsuna og royndu at rætta feilirnar í verjuni. Vit sóu eisini meiara stabilir út og mistøkini í fyrra hálvleiki vóru ikki endurtikin. NSÍ trýstu okkum meira, tað skuldu teir eisini, men vit høvdu eisini møguleika at gera enda á dystinum við einstøkum møguleikum.



Allir leikararnir, venjarin og foreldrini fóru glað heim við 3-1 sigrið og plássið í hálvfinaluni í lummandum.



Hálvfinalan verður leikt í Sandavági tann 28. mei móti Víkingi, sum slegði HB út.



Koyrið á 07 Vestur dreingir U14!!!