Eiler skrivað nýggjan sáttmála

07 Vestur og Eiler Fróðason hava sett undirskriftir á nýggjan sáttmála, so nýggja stjørnuskotið heldur fram í barndómsfelagnum.

17-ára gamli sandavágsmaðurin fekk sínar fyrstu dystir á besta liði okkara eftir summarferiuna í fjør, og í ár hevur hann spælt 12 av 20 dystum í 1. deild, teir flestu, um ikki allar, undir liðini á stórabeiggjanum Dann.

Eftir summarferiuna í ár er ungi miðverjin eisini byrjaður at skjóta mál, fyrst heima móti NSÍ og síðan í rokdystin móti B68 fríggjakvøldið. Harafturat hevur hann skotið 3 mál fyri U21-lið okkara. 

Vit skulu heldur ikki bíða leingi at síggja Eiler á vøllinum aftur - tað verður leygardagin á Toftum móti B68, í sera týðningarmiklum dysti í kappingini um uppflyting til Betri deildina.