Ein lítil umrokkering í nevndini


Nevndin í 07 Vestur hevur valt at umskipa seg eitt lítið sindur á fíggjarøkinum. Eivin Jacobsen, ið áður var valdur sum peningarøkil hevur latið hesa stóru uppgávu frá sær, so tað verður Jóhan F. á Ørg, ið eisini er bókhaldari felagsins, ið skal røkja hesa uppgávu.



Jóhan tók seg annars úr nevndini á aðalfundinum hóskvøldið, men tekur hóast hetta við uppgávuni.