Eli farin til HB


Ein av týðningarmiklastu leikarum okkara í fjør, Eli Falkvard Nielsen, hevur gjørt av møguleikanum at spæla við HB. Stutt undan at flytingarvindeyga stongdi hóskvøldið, var alt komið í lag, og flytingin gjørdist veruleiki.



Eli byrjaði at venja við havnarfelagnum longu frá byrjanini av fyrireikingunum til kappingarárið. Hann hevur eisini leikt flestu av venjingardystunum og, sum skilst, hevur hann gjørt tað gott.



07 Vestur ynskir Eli alt tað besta og góða eydnu!