Fleiri venjingardystir verið

Siðan 4-1 siðurin á Eiði hálvan januar, hava vit spælt tríggjar venjingardystir, taptu 1-0 móti Skála og 2-0 móti NSÍ, og so tann seinasta, í kvøld móti B36 í Havn, sum endaði javnur, 2-2. Jóannis og Jón skoraðu málini.

Í fyrra hálvleiki leikaði tað javnt á, hóast vit kanska áttu størstu møguleikarnar, og heimaliðið meira spæl. Einasta málið fingu vit, og tað varð Jóannis, sum sendi bóltin beinleiðis í málið frá hornasparkið.

Fyrstu 2-3 minuttirnar í øðrum hálvleiki vendi B36 støðuni, við tveimum málum. Um tímamarkið fingu vit tó javnvág í roknskapin. Tað var eftir gott samanspæl heilt afturi úr verjuni, at Ken legði bóltin út frá til Jón, sum smekkaði hann í netið.

Byrjanarliðið: Silas Eyðsteinsson; Jóannis á Steig, Ndende, Dann Fróðason (Martin), Petur G. Dalbø (Sølvi); Asbjørn Heðinsson (Niels), Høgni E. Nielsen, Teitur Olsen (Hørður), Jón K. Poulsen (Solomon), Gilli Samuelsen; Ken Fagerberg (Karl).

Eyka: Niels Mouritsen, Martin Tausen, Sølvi Egilsson, Solomon Kwao, Hørður Egilsson, Karl Weihe