Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við HB, B68 og 07 Vestur, skipar aftur í ár fyri fótbóltsskúlum í Havn, á Toftum og í Sandavági.
Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við feløg, fer aftur í ár at skipa fyri fótbóltsskúlum kring landið. Fótbóltskúlin, sum er fyri børn í aldurinum 8 til 14 ár, verður í Tórshavn, á Toftum og í Sandavági.
Fótbóltsskúlin í Havn verður fríggjadagin og leygardagin 29-30 juni. Fótbóltsskúlarnir á Toftum og í Sandavági verða fríggjadagin og leygardagin 6-7. juli.
Til fótbóltsskúlarnar í Tórshavn og á Toftum er pláss fyri 200 børnum, meðan pláss er fyri 100 børnum á fótbóltsskúlanum í Sandavági.
Kostnaðurin er 350 krónur fyri hvønn luttakara.