Góð byrjan uppá kappingarárið


Nøkur av liðum okkara hava byrjað kappingina í hesi vikuni. Dreingir U16 og U14 hava spælt og 1. liðið spældi í dag. Eisini triðja deild skuldi spælt, men dysturin var útsettur vegna okkurt brek á vællinum í Klaksvík.



Dreigir U16 byrjaðu mikudagin við sigrið á ÍF í Fuglafirði í steypakappingini. Teir fylgdu upp uppá sigurin við at vinna stórt á NSÍ b í landskappingini. Teir vunnu heili 22-0 í Runavík. Hetta var fyrsti dysturin í bólkaspælinum. Hini liðini í bólkinum eru HB og B68. Tvey lið úr hvørjum bólki koma í meistarabólkin, og væntandi skulu okkara dreingir berjast við B68 um at koma víðari saman við HB.



Dreingir U14 spældu eisini sín fyrsta dyst, tá A-liðið spældi seg víðari í steypakappingini, sum greitt frá aðrastaðni á síðuni.



3. deild skuldi til Klaksvíkar at spæla móti KÍ, men tann dysturin var avlýstur í evstu løtu, av tí at okkurt var galið við vøllinum. Nýggj dagfesting verður løgd seinni.



Og í dag var so 1. liðið í eldinum, tá teir vunnu ein truplan útidyst á Toftum við tveimum málum móti ongum.