GU18 og Kvinnur byrjað venjingina

Fyrireikingarnar til kappingarárið eru nú ordiliga skotnar í gongd hjá gentum U18 og Kvinnum. Fyrsta venjingin varð í kvøld í Sørvági. Veðrið var gott og lagið eisini. Koyrið á!

Framyvir verða regluligar venjingar, har liðini hjá gentum U18 og kvinnum venja saman, umframt at venjingar eisini verða hvør seg, í senn, tá vit nærkast kappingarbyrjan.

Allar eru sjálvsagt vælkomnar, eisini tær, sum ikki hava verið við enn.